Barnakonsert við Føroya Symfoniorkstri og søgan um Tubinu.

10.04.2024

 
 
Vit hava nú í nógv ár um hesa tíðina verið boðin til barnakonsert í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Symponiorkestri.  
Og í gjár gekk so leiðin  aftur í Norðurlandahúsið.
Tað eru tey eldru børnini á Mýru og á Túvu saman við børnunum í Horni  sum fara. 

Í ár var tað  sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin Jákup Dahl Wardum, sum  saman við Føroya Symponiorkestri fortaldi søguna um Tubinu.

Søgan snúðu seg um eina tubu, sum spælir í orkestrinum. Tubina er troytt at spæla teir somu tónarnar altíð og fer síðani á eina ævintýrferð.

Symponiorkestri spældi eisini: Hjólini á bussinum, Alright hjá Danny the Veetos, Ghostbusters, Flintstones v.m.

Tað er altíð eitt  stórt upplivilsi hjá bæði børnunum og teimum vaksnu og soleiðis var eisini hesaferð.