Føstalávintshald

09.02.2024

Sum siðvenja er hava vit okkara Føstulávintshald fríggjadagin áðrenn føstulávintsmánadag. Hetta gera vit tí at øll børnini eru bjóðaði í Eydnuna at sláa tunnu føstulávintsmánadag.   

Í  ár var tað so fríggjadagin 9 február. 

Kl.10.00    Sláa børnini á Mýru,á Túvu og í Horni tunnu í Bólinum. Børnini í Tippið og í Ennið

sláa tunnu inni á stovuni.     

Kl.11.30    Eta vit pylsur og breyð     

                     

Kl.14.30 føstulávintsbollar

Øll børnini komu grýluklødd og tað vóru nógvar stuttligar og fínar grylir. Og starvsfólkini eru sjálvandi eisini útklødd.

Børnini á Bakka hava grýluveitslu 14.feb.